35 veitarar

Finn veitarar ið duga.

Her kanst tú finna veitarar innan ymisk yrkir, so sum handverk, klipping, flutning og annað. Tú tekur samband beinleiðis, og tit avtala restina tykkara millum.

Dugir tú okkurt sjálv/ur? So er hetta síðan har tú kanst bjóða teg fram, og stovna tína tænastu veiting.

Leitar tú heldur eftir einari uppgávu?
Reinsing og umvæling av málningum

Reinsing og umvæling av málningum

Føroyar

Nakrir malningar hava eitt gult lag av nikotini frắ ti tiðini, teir hava staðið reinum heimi, har roykt hevur verið. Taỡ reinsa vit burtur og geva malninginum eina verjandi fernis (sí dømi). Vit kunnu eisini gera minni umvælingar av malningum. Kom inn í Glarsmiðjuna í Doktara Jakobsensgøtu 7 216623 Glarsmidjan.fo

Nýtt
📺 Skalt tú hava sjónvarpið upp?

📺 Skalt tú hava sjónvarpið upp?

Meginøkið.

📺 Skalt tú hava sjónvarpið upp? Eg kann hjálpa tær við at fáa alt upp á pláss í einum arbeiði. Eg eri elektrikari og kann tí eisini ordna tað elektriska, so tú sleppur undan sjónligum leidningum og nógvum ymiskum fólkum til somu uppgávu. 🔨 Upphang av sjónvarpi 💡 LED-ljós aftanfyri sjónvarpið 🔌 Stikkontaktir aftanfyri sjónvarpið 🔊 Uppseting av soundbar og hátalarum ✨ Ein rein og pen loysn, har alt er gjørt ordiliga Hevur tú longu sjónvarp, LED-ljós ella ljóðanlegg, so kann eg eisini bara hjálpa við uppsetingini. Eg havi alt tilfarið og útgerðina, sum skal til. Send mær eini boð við eini mynd av vegginum og hvat tú hevur hugsað tær, so kunnu vit finna eina loysn og ein góðan prís. 🔧

Nýtt
DIGITALAR TÆNASTUR

DIGITALAR TÆNASTUR

Meginøkið

Hevur tú eina digitala uppgávu, men manglar tíð ella vitan? Eg hjálpi bæði fyritøkum og privatpersónum við ymiskum digitalum uppgávum. Tað kann vera alt frá at byggja eina moderna heimasíðu til at gera marknaðarføring, arbeiða við sosialum miðlum og nýta AI til at effektivisera arbeiðið. 💻 Heimasíður Eg kann gera einfaldar, modernað og brúkaravinarligar heimasíður, sum passa til tín tørv og tín samleika. * Uppseting og design av heimasíðum * Endurskoðan og dagføring av verandi heimasíðum * Mobilvinarligt design * Myndir, tekstur og innihald * Kontaktformar og aðrar funksjónir 📱 Marknaðarføring & sosialir miðlar Hjálp til at gera fyritøkuna meira sjónliga á netinum. * Innihald til Facebook og Instagram * Uppseting av sosialum miðlum * Myndir, grafikkur og lýsingar * Hugskot til marknaðarføring * Uppseting og tillaging av lýsingum * Branding og visuellur samleiki 🤖 AI & automatisering Eg kann eisini hjálpa við at nýta AI og nýggjar digitalar loysnir til at spara tíð og gera arbeiðið lættari. * AI til tekst og innihald * AI-myndir og grafikk * Automatisering av arbeiðsgongdum * AI til kundasamskifti * Hjálp at finna røttu AI-loysnina til tín tørv * Uppseting av digitalum arbeiðsgongdum 🖥️ Aðrar digitalar uppgávur Hevur tú eina uppgávu, sum ikki stendur á listanum, ber eisini til at spyrja. Eg taki mær av bæði smáum og størri digitalum uppgávum og royni at finna eina praktiska og bíliga loysn. HEVUR TÚ EIN HUGSKOT? Send mær eina stutta lýsing av tí, tú hevur brúk fyri, so hyggja vit upp á eina loysn. Hevur tú eina uppgávu, sum kann gerast við eini teldu, kann eg møguliga hjálpa tær.

Nýtt
Pussi trappur

Pussi trappur

Tórshavn og koyrbart

Eg pussi trætrappur, mest trapputrin. Omaná og inn ímóti. Kann smyrja við lakk ella olju. Eisini borð yvirflatur, køksplátur o.a.

1 fyrispurningur

Eletrikari

Meginøkið

⚡️ EL-ARBEIÐI – GÓÐ SERVICE OG GÓÐUR PRÍSUR ⚡️ Skalt tú hava gjørt el-arbeiði í heiminum, summarhúsinum, vinnubygningi ella aðrastaðni? Eg taki mær av bæði smærri og størri el-uppgávum og leggi dent á, at arbeiðið verður gjørt ordiliga, trygt og professionelt. 🔌 Stikkkontaktir og rovar 💡 Lampur, spottar og ljósinstallatiónir ⚡ Nýggjar el-installatiónir 🛠️ Montering og uppseting 🔧 Umvælingar og smærri el-arbeiði 📦 Tilfar og neyðug útgerð kann útvegast Góður prísur – góð handverksvinna – avtalað arbeiði. Vilt tú vita, hvat tað kostar, send mær eini boð við eini stuttari lýsing av arbeiðinum. Eg kann síðani meta um uppgávuna og finna eina hóskandi loysn.

1 fyrispurningur
MM Verk – timbur- og rørarbeiði

MM Verk – timbur- og rørarbeiði

Hvalvíksvegur 57 430 Hvalvík

Eg geri smærri timbur- og rørarbeiði.

Nýtt
Ventilatión reinsan

Ventilatión reinsan

Alla staðni

Ventilatión reinsan til sethús og smærri ventilatión skipanir. Tað innber t.d.: • Reinsan. • Innregulering (innstilling av luft mongdini) • Filtur skift. • og aðrar uppgávur, ið kunnu standast Vit skifta ella umvæla viftur/motorar á ventilatiónini eisini.

2 fyrispurningar
Gera heimasíðu

Gera heimasíðu

Alt føroyar

💻 Heimasíður fyri privatfólk og fyritøkur Tørvar tær eina einfalda og snotiliga heimasíðu til tín sjálvan ella tína fyritøku? Eg hjálpi tær at gera eina heimasíðu, sum passar til tín og títt virksemi. ✅ Moderna og snotiligt design ✅ Telefon- og teldutøk ✅ Upplýsingar, myndir og sambandsupplýsingar ✅ Hjálp við uppseting og innihaldi ✅ Rímiligur prísur Send mær eini boð, um tú hevur tørv á einari heimasíðu, so finna vit eina loysn saman. 💻📱

Nýtt
Handverkari

Handverkari

Streymoy

Hammarsmørk – handverk og fjølbroyttar tænastur Hammarsmørk veitir álítandi og væl úr hondum greitt handverksarbeiði til bæði privatfólk og fyritøkur. Vit taka okkum av timburarbeiði, umvæling, nýbygging, viðlíkahaldi og ymiskum handverksuppgávum – stórum sum smáum. Við drúgvum royndum og góðum handverksligum førleikum leggja vit dent á góðsku, neyvt arbeiði og gott samskifti við kundan. Tørvar tær ein álítandi handverkara til arbeiðið? Hammarsmørk – arbeiðið verður gjørt ordiliga. Tlf. 273027

Nýtt
Smærri gravi- og jørðarbeiði.

Smærri gravi- og jørðarbeiði.

Tórshavn og økir har um

Vit átaka okkum at gera smærri gravi og jørðarbeiðir. Vit kunnu millum annað hjálpa við at: - Grava til innkoyring. - Skifta og taka oljutanga upp. - Smærri útgrevstur til skúr, terassu, garð osv. - Gera klárt til grasplen ella urtagarðin. Hevur tú eitthvørt, send okkum eini boð :)

1 fyrispurningur
Koyra skrell?

Koyra skrell?

Tórshavn

🗑️ Burturkoyring av skrelli Tørvar tær hjálp at fáa skrell, gamalt burturkast ella annað burtur koyrt? Eg bjóði meg at heinta og koyra skrell fyri privatfólk og onnur. ✅ Heintað heima hjá tær ✅ Koyrt burtur á rættan hátt ✅ Skjótt og einfalt ✅ Rímiligur prísur Send mær eini boð, um tú hevur nakað, sum skal koyrast burtur. 🚚

Nýtt
Timburfyritøka🛠️

Timburfyritøka🛠️

Klaksvík

Eg takið mær av øllum smærri timburarbeiðum kring alt landið. Sum tildømis: ✅ Skifta vindeygu ella hurð ✅ Leggja gólv ella loft ✅ Klæða hús ✅ Byggja terassu Og mangt annað... Tlf: 251018

Nýtt
Vindeygavasking

Vindeygavasking

Tórshavn

Tørvar tær hjálp at fáa vindeyguni rein og pen? Eg bjóði meg framm at vaska vindeygu hjá privatfólki. ✅ Vindeygu innan og uttan ✅ Skjótt og væl gjørt arbeiði ✅ Góður og rímuligur prísur Send mær eini boð, um tú ert áhugað/ur, so finna vit eina loysn, ið passar. 😊

Nýtt

Polering

Tórshavn

Skal bilurin polerast so er tað bara at skriva til min eg kann orna lilar skøvur og annað eisini

2 fyrispurningar
Barrtendari

Barrtendari

Bustaddur í Havn, men kann allastaðni sum landfast er

Eg eri ein 22 ára gamal við fleiri royndum aftanfyri barr. Um tað er eitt brúdleyp, veitsla ella annað, eri eg til reiðar at hjálpa. Eg kann skaffa fleiri aftuat mær, um tørvur er á tí;)

Nýtt
KT/elektronikk maður

KT/elektronikk maður

Meginøkið

Eg arbeiði dagliga við elektronikk, og kann tí umvæla/uppseta m.a. teldur, telefonir, internet, sjónvørp, printarar og tílikt.

1 fyrispurningur

Lakkerari/bil málari

Tórshavn

Eg eri lakkerari og kann orna smáar buglur

2 fyrispurningar
ÍVF SIFA - HVS

ÍVF SIFA - HVS

Alla staðni

Smærri HVS uppgávur. • Rør legging • Uppsetan av radiatorum og gólvvarma • Uppsetan av vesi, brúsu amaturir og kranar • og mangt annað Send enduligani eini boð!

Nýtt

Rættlestur.

Føroyar.

Eg lesi og rætti stavivillur, kommavillur og aðrar villur, ið kundi hugast at verið, av einum og hvørjum slag.

Nýtt
Húsavørður

Húsavørður

Meginøkið

Ymiskar smærri uppgávur inni og úti, t.d. at mála, sláa gras, rudda, umvælingar og kavarudding.

Nýtt
Precious Flutningur

Precious Flutningur

Alt Føroyar

Hava stóran bil, gera flutnings arbeiði. Stórt ella lítið her okkum tað sama. Okkara toymi kann loysa allar flutnings uppgávur í øllum landinum. Eisini ber til at leiga flutnings bil.

Nýtt
Bilverkstavður

Bilverkstavður

Hoyvík

Eg fixi flest allar mekaniskar umvælingar. Páll 222806

Nýtt
Alt timburarbeiði

Alt timburarbeiði

Um alt meginøkið

Vit gera alt timbur arbeiði. Vit skifta tak, vindeygu, klædning, gólv, køk osv. Og kunnu so fylgjandi eisini gera nýtt

Nýtt

Húsavarðauppgávur

Sandoy og suðuratreymoy

Eg eri útlærd sum húsavørður og kann gera ymiskar húsavarða uppgávur inni sum úti. Eg kann gera smærri umvælingar og hava viðlíkahald av bygningi/húsi í longri tíðarskeið, bæði fyri fyritøkur og privat.

Nýtt
Timburarbeiðir

Timburarbeiðir

Tórshavn, Hoyvík, Argir

Eri timburmeistari, og kann gera allarflestu timburarbeiður 584203

Nýtt
Grótlaðing

Grótlaðing

Tórshavn

Grótlaðing við bøllugróti. Tann gamli mátin at laða uppá, sum heldur uttan betong

Nýtt

Bil vask

Torshavn

Skal bilurin vaskast so havi eg nógv amboð til at geva bilin eitt ordligt vask

Nýtt
Røkin Húsaumvæling Spf 272827

Røkin Húsaumvæling Spf 272827

Um alt landi

Allar húsaumvælingar, stoypingar og aðrar fyrifallandi uppgávur

Nýtt
Búðmerki og lýsingar v.m.

Búðmerki og lýsingar v.m.

Alt Føroyar

Eg geri grafik til tín tørv.

Nýtt
Timburarbeiði

Timburarbeiði

Eysturoy, Tórshavn

Skift av vindeygum og hurðum, umframt ymiskt smærri timburarbeiði.

Nýtt